- Eitt, sum er broytt seinnu árini, er, at menn í nógv størri mun enn áður eru vorðnir partur av viðskiftaskaranum hjá okkum. Í dag er vanligt, at menn koma inn á gólvið at keypa blómur og bukettir. Men, soleiðis var tað ikki fyrr.
Tað sigur Eyðrit Ejdesgaard, sum hevur átt og rikið blómuhandilin Akkuleya í miðbýnum í Havn síðan august 1991.
Hon sigur, at áður var tað soleiðis, at menn, sum komu á gátt, líka sum vildu fjala tað, teir høvdu keypt.
- Nú fara teir glaðir og stoltir avstað aftur at geva damuni ella konuni eina blómusamling. Jú, eg haldi, at menn í so máta eru vorðnir meiri umhugsnir, um vit so kunnu siga, sigur Eyðrit Ejdesgaard brosandi.
Akkuleya er eisini partur av altjóða samtakinum, Interflora, sum ger tað møguligt hjá viðskiftafólki at gleða fólk kring allan heim við blómum og bukettum.









