Skúlanæmingarnir í 10 flokki í skúlanum við Løkin í Runavík, hava nú skrivað ein sjónleik, sum tey fara at spæla fleiri ferðir í Løækshøll í næstum
Talan er um sjónleikin, Menn í sokkabuksum, sum tey hava skrivað eftir filmin, Men In Thights hjá Mel Brooks.
Talan er um ein skemtileik
- Tá ið Robin av Loksley kemur aftur til Onglands, finnur hann útav at bróður Richard kong, Prins John, Hevur tikið trúnuna. Hann hevur kúgað fólkið og tikið jørð og ognir teirra, eisini ognina hjá familjuni Loksley. Ja enntá slottið Loksley Hall - eisini kallað Lokshøll!
Robin og menn hansara stríðast ímóti órættvísinum. Men ikki minst stríðist Robin fyri kærleikanum - fyri Lady Mariann og tað er alt annað enn lætt
Tey siga, at hetta er ein leikur, sum hóskar seg væl til bæði børn og vaksin, bæði tónleikur, búnar og pallmynd, sum næmingarnir í 10. flokki hava gjørt.
Sjónleikurin verður framførdur í Løkshøll í næstan alla næstu viku, bæði fyri almenninginum, og fyri skúlum.