Væntaninar vóru øgiligar, tá danski leikstjórin Niels Arden Oplev herfyri dróg leiktjaldið frá síni filmisku tulking av metseljararnum "Menn, ið hata kvinnur" eftir svenska Stieg Larsson. Og danskir ummælarar gjørdust ikki vónbrotnir. Líka síðani fyrstu sýningina hava teir staðið á rað at hálova filminum, ið byggir á eina tí mest seldu krimisøguna í Norðurlondum seinnu árini.
Hinumegin sundið bera ummælini heldur boð um, at tað kann vera torført at vera profetur í sínum egna heimlandi, staðfestir ein svenskur viðmerkjari turrisliga.
Stjørnuhimmal
Við fimm stjørnum legði ummælarin á Jyllands-Posten, Sophie Engberg Sonne fyri við at staðfesta, at filmurin í allar mátar livir upp til væntaninar.
- Filmurin er bæði trúgvur móti bókini og verdur at síggja hjá teimum fáu, sum enn ikki hava lisið bókina, skrivar Sonne.
Í Berlingske Tidende vissar ein ovurfegin Iben Albinus Sabroe um, at stramma ræðusøgan í filminum er enn betri enn í so drúgva dramaið hjá Larsson
- Burtur er allar langrøkjutar lýsingar, sum onki leggja afturat søgu ella persónum. ... Mikael Nyqvist og Noomi Rapace geva okkum eitt tað best umtókta makkaraparið í modernaðum bókmentum í kjøti og blóði, skrivar Sabroe.
Heilar seks stjørnur verður tað til í B.T, har ummælarin Birgitte Grue kallar høvuðsleikaran "en sej lille satan i spil som helt".
Á Politiken hevur ummælarin Kim Skotte rætt seg næstan líka langt upp í filmshimmalin og letur fimm stjørnir dala yvir filmin, sum hann kallar ein karráan, fínjusteraðan og kompetentan gysara.
Eisini her heima ljóðar eitt ovurfegið ekkó í ummælinum hjá Birgiri Kruse á hansara bloggi , birkblog.blogspot.com, har hann staðfestir, at høvusleikarin Noomi Rapace brillierar sum Lisbeth Salander.
"Menn, ið hata kvinnur" er fantastiskt filmshandverk og tann bera stílsikkurheit eisini. Og Salander er deiliga Pippi-fandenivoldsk. Praktfull, skrivar Kruse, sum hartil heldur, at filmurin er serliga góður, tá ein hevur lisið bókina, tí sum hann sigur:
- Tá sært tú ítøkiligani, hvat ein góður handritahøvundur kann gera millum skaldsøguna og filmin.
Kargir sviar
Í Svøríki hava ummælarar heldur lættari við at stýra eldhuganum og eru heldur kargari við stjørnunum. Tríggjar slíkar verður tað til í Ekspressen frá ummælaranum Miranda Sigander, sum ilskast inn á, at Noomi Rapace roykir ov nógvar súrar sigarettir, og at Mikael Nyqvist starir tigandi fram fyri seg í so ofta.
Í Dagens Nyheter kann Helena Lindblad sveiggja seg upp til at kalla filmin 'skilagóðan'. Og hóast hon fegnast um Lisbeth Salander - hetta " svartklædda, holaða hjartað í bókarøðini" - er niðurstøðan ikki serliga blíð.
- Sjálvt um leikstjórin er dugnaligur, tykist hann at hava eitt heldur váanligt máloyra, tá tað ræður um svenska dialogin. Og hóast handritið tónar niður serliga kvinnutekkið hjá Blomkvist, kundi man ynskt sær meir orku, enn hetta, sambært Lindblad, sum eisini gevur filminum tríggjar stjørnir
Á Aftonbladet kennir Jan-Olov Andresson tað sum hann hevur fingið eina farvubók í hondina.
- Í besta føri geva filmsskapararnir myndunum okkurt, sum líkist filminum, sum longu rullar í tínum egna høvdi, skrivar hann.
Næst eftir Potter
Lunkaðu ummælini hinumegin sundið hava kortini ikki minkað um hugin hjá dønum at síggja "Menn, ið hata kvinnur". 140.568 túsund fólk megnaði filmurin at lokka inn í biografmyrkrið fyrsta vikuskiftið, hann varð sýndur í Danmark. Í donskum høpi er tað higatil bara eydnast Harry Pottter 4 at sláa hetta metið.
Harvið umsetti "Menn, ið hata kvinnur" fyri 16,1 milliónir krónir fyrsta vikuskiftið samanborið við tær 18,6 milliónirnar, sum Harry Potter 4 fekk í kassan sítt fyrsta vikuskifti í Danmark.