Menn halda seg vita...

Ragnar Petur Joensen, bilmekanikari, sigur, at tað er ofta nógv lættari at fortelja konufólki, hvat er galið við bilinum.
? Hetta kemst av, at konufólk vita ofta ikki, hvat er galið. Menn halda seg vita, og tí vilja teir muta ímóti og tosa uppi í, og tí er tað ikki altíð so lætt at greiða teimum frá, at tað, sum teir hildu var galið við bilinum, als ikki var galið, sigur Ragnar.
Bilmekanikarin sigur, at tað eru alt fleiri konufólk, sum læra til bilmekanikara.
? Tað ber als ikki til at siga, at konufólk duga verri at koyra bil. Eg kenni fleiri konufólk, ið vita eins nógv um bilar og mannfólk.