Menn forvinna tvær ferðir so nógv sum kvinnur

Mannligu limirnir í Føroya Arbeiðarafelag forvinna tvær so nógv sum kvinnurnar Menn forvinna næstan tvær ferðir so nógv sum kvinnur. Tað vísir ein kanning av lønarinntøkunum hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag fyrstu 9 mánaðarnar í ár.

Tá øll verða tald við, sum hava fingið løn í ár, fáa menn tvær ferðir so nógv í løn sum kvinnur. Tá bert tey, ið eru millum 18 og 67 ár, verða tikin við, er lønin hjá monnum ein triðing hægri enn lønin hjá kvinnum, vísir kanningin.

Sonja Jógvansdóttir hjá FA sigur við Kringvarpið, at ein orsøk til stóra lønarmunin er, at kvinnur oftari arbeiða niðursetta tíð. Men stórur tørvur er á eini neyvari lønarkanning, ið kann staðfesta, hvussu stórur munur er á lønum, hví munur er, og hvat kann gerast fyri at burturbeina lønarmunin, sigur hon.