Menn í Føroyum hava eina samansparing til pensjón, sum er 25 prosent hægri enn tann hjá føroyskum kvinnum. Tað vísa nýggj tøl hjá BankNordik, sigur bankin í eini fráboðan í morgun.
Hyggja vit eftir muninum millum kynini, og hvar í landinum, fólk eru búsett, vísa tølini, at kvinnur búsettar uttan fyri Tórshavnar kommunu, hava ta lægstu pensjónssamansparingina.
Munurin á pensjónini hjá kvinnum og monnum er størstur hjá teimum sum búgva uttan fyri Havnina. Har hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 38 prosent hægri enn hjá kvinnunum. Hyggja vit harafturímóti eftir muninum millum kynini í Tórshavnar kommunu, hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 12 prosent hægri enn hjá kvinnunum.
Sum heild er tað so at siga eingin munur á pensjónssamansparingini hjá monnum kring landið, men munurin hjá kvinnunum er lutfalsliga stórur. Kvinnur, ið eru búsettar í miðstaðarøkinum, hava eina pensjónssamansparing, sum er 23 prosent hægri enn kvinnunurnar í restini av landinum hava.
BanNordik sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at støðan er, sum hon er. Ein orsøk er, at í miðal hava menn hægri inntøku enn kvinnur. Ein onnur orsøn er, at fleiri kvinnur arbeiða parttíð enn menn og tað ávirkar eisini støðuna, at tað í nógv størstan mun eru kvinnurnar, sum fara í barnsburðarfarloyvi.
– Harafturat velja kvinnur ofta størv, har inntøkan er lægri, sigur BankNordik.
– Munurin á fíggjarstøðuni hjá kvinnum og monnum er ein bygnaðarlig avbjóðing í okkara samfelagi. Tá ið tað er so stórur munur á pensjónini hjá kvinnum og monnum, samstundis ein kanning vísir, at fólk hava ikki hava serliga gott innlit í síni pensjónsviðurskifti, hevur tað stóran týdning, at vit varpa ljós á evnið og taka støðuna í álvara, sigur bankin.
– Tað hevur stóran týdning, at bæði kvinnur og menn seta seg inn í síni pensjónsviðurskifti, tí tað er hvør einstakur, sum hevur ábyrgdina av síni fíggjarstøðu, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Tað er hvørki makin ella fakfelagið, sum hevur ábyrgdina, leggur hon afturat.
Herfyri vísti ein kanning, at góð 85 prosent av fólki ikki hava nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti. Heili 37 prosent av kvinnunum søgdu at tær hava als einki innlit í síni pensjónsviðurskifti og sløk 30 prosent av monnunum siga tað sama.
Tey gera eisini vart við, at uppgerðin er løgd eftir miðvirðinum. Tað merkir, at sparingarnar til pensjónir verða settar upp í ein lista, frá teimum lægstu til tær hægstu, og síðani verður mittasta samansparingin brúkt. Miðvirðið er helst eitt meira hóskandi mát enn miðaltalið, tí miðaltalið kann ávirkast nógv av nøkrum fáum stórum pensjónssamansparingum.
Harafturat fevna tølini um kundar hjá BankNordik, so tað fyrivarni skal takast, at fólk kunnu hava sína pensjónssamansparing hjá fleiri feløgum.