Spurnarkanningin um jólagávur, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðlahúsið, vísir, at menn í høvuðsheitum brúka minni pening upp á jólagávur enn kvinnur.
Meðan helvtin av konufólkum brúka undir 5.000 krónur, brúkar helvtin av monnunum undir 4.000 krónur. Ein fjórðingur av kvinnum brúkar undir 3.000 krónur, meðan menninir brúka undir 2.000 krónur. Ein fjórðingur av kvinnunum brúkar yvir 10.000 krónur, meðan ein fjórðingur av monnunum brúkar yvir 6.000 krónur.
So er spurningurin, um hetta lýsir nakran serligan mun millum menn og kvinnur, ella heldur gevur eina ábending um, at kvinnurnar í størri mun taka sær av at keypa jólagávurnar.
Kanningin vísir, sum vera man, at tey yngstu brúka minst upp á jólagávur. 42 prosent av teimum millum 15 og 24 ár keypa fyri undir 1.000 krónur og 63 prosent fyri undir 2.000 krónur. 13 prosent keypa tó fyri yvir 10.000 krónur í jólagávum.
Aldursbólkarnir 25 til 39 ár, 50 til 59 ár og yvir 60 ár líkjast nógv í keypsmynstrinum, meðan tað er eysðæð, at tað eru tey í 40’unum, sum brúka mest upp á jólagávur.
Helvtin av teimum 25 til 39 ára gomlu, teimum í 50’unum og teimum yvir 60 keypa fyri undir 4.000 krónur. Ein fjórðingur av teimum 25 til 39 ára gomlu og teimum yvir 60 ár, keypa fyri undir 2.000 krónur.
Tey, sum brúka mest, eru tey í 40’unum. Helvtin teirra brúkar yvir 5.000 krónur upp á jólagávur, og meir enn ein triðingur brúkar yvir 6.000 krónur. 14 prosent av teimum brúka yvir 10.000 krónur.
521 fólk luttóku í kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðlahúsið.










