Menn í 50?unum mest romantiskir

Ein kanning hjá eini bretskari hotelketu vísir á, at mannfólk í 50?unum eru mest romantiskir.

Helvtin av monnunum í 50?unum hava ætlanir um at yvirraska partnara teirra við blómum, sjokolátu ella luktilsi. Bert 24% av 25-ára gomlu monnunum hava ætlanir um hetta.

 

Jim Forward frá hotelketuni Warner Leisur Hotels sigur við Daily Telegraph um kanningina:

- Ein maður í 50?unum hevur nógvar royndir og hann veit tískil, hvussu hann skal gera eina kvinnu glaða. Ein annar stórur munur er, at børnini hjá monnum í 50?unum ofta eru flutt úr heiminum og makin er sostatt tann einasti, hann kemur heim til um kvøldarnar.

 

Kanningin vísir eisini á, at ¾ av monnunum millum 51 og 55 ár halda, at tað mest romantiska er at siga ?eg elski teg?.