Menasgreiðingin almenn

Tann nógv umrødda Menasfrágreiðingin verður almannakunngjørd í dag. Klokkar 10 verður tíðindafundur á
Parnassinum á Hafnia, har John Christensen, stjóri fyri Menas, fer at leggja fram frágreiðingina: "Kanning av árinunum av eini oljuvinnu í Føroyum"

Frágreiðing


Hóast almenningurin higartil bert hevur fingið innlit í part av frágreiðingini, so hevur nógv umrøða verið av hesi kanning. Og herfyri fór tingmaðurin Finnur Helmsdal í tingið við málinum. Hann vil hava landsstýrismannin at svara spurningum um frágreiðingina ? og rør framundir, at partar av henni møguliga ikki skulu vera borðbarir.

Tað var BP, sum á sinni setti seg í samband við Fróðskaparsetrið og vildi vita, um tað vórðu verkætlanir, sum tey kundu ynskt sær fóru í gongd í sambandi við eina komandi oljutilgongd. Tá kom uppskot á borðið um eina kanning av m.a. samfelagsligu árinunum av eini oljuvinnu. Endin varð, at BP fíggjaði eina verkætlan, sum Menas kom at standa fyri og har samstarv varð tikið upp við Setrið.

.