... men tit gera tað til eitt ránsmannabøli!

Í Sosialinum nr. 68 frá 13. apríl 1999 hevur næstformaðurin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Birgir Waag Høgnesen, eina grein undir heitinum ?Javnaðarflokkurin hevur fíggjað sína egnu munnkurv?

Í Sosialinum nr. 68 frá 13. apríl 1999 hevur næstformaðurin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Birgir Waag Høgnesen, eina grein undir heitinum ?Javnaðarflokkurin hevur fíggjað sína egnu munnkurv?.

Lat meg fyrst av øllum siga, at eg eri so sera samdur við Birgiri í at ?Sosialurin ... er ein undarligur bastardur? eins og eg eri samdur við honum tá hann sigur at ?Sosialurin ... er hvørki fuglur ella fiskur?. Orsøkin til hetta er, aftur við Birgirs orðum ?at tað stendur javnaðarfólki frítt at skriva í blaðið men ... at blaðið er eins nógv eitt tjóðveldisblað sum eitt javnaðarblað?. Hetta hóast Føroya Javnaðarflokkur eigur allan partapeningin í blaðfyritøkuni.

Hetta er av sonnum ein margháttlig støða. Málið varð reist á seinasta Landsfundi Javnaðarfloksins, men floksleiðslan vísti tá lítla virðing fyri teimum javnaðarfólkunum, sum hildu at Sosialurin átti at vera málgagn Javnaðarfloksins burturav. Á Landsfundinum førdi floksleiðslan fram, at tað sjálvandi stendur javnaðarfólki frítt fyri at senda tilfarð inn til blaðið, og at javnaðarfólk sjálvandi fáa blaðrúmd á jøvnum føti við onnur. Men tíðiligt varð at skilja, at javnaðarfólk og javnaðarhugsan hava ongan framíhjárætt í blaðnum hjá Føroya Javnaðarflokki!!!

Støðan er í dag tann, at Dimmalætting, sum vanliga verður roknað fyri málgagn Sambandsfloksins, í nógv størri mun og við munandi betri tænastu enn Sosialurin, hýsir javnaðargreinum. Tá hetta varð nevnt á Landsfundinum varð svarað, at Sosialurin fekk so nógv tilfarð sendandi, at alt tilfarið rúmtist ikki í blaðnum. Niðurstøðan má vera, at javnaðarfólk og javnaðarhugsan pent mugu víkja fyri eitt nú fólkafloks- og tjóðveldistilfarið.

Og hvør er orsøkin? Jú, at Sosialurin skal rekast á handilsligum grundarlagi!!! Blaðið hjá einasta sosialistiska flokkinum í Føroyum skal rekast á marknaðarligum grundarlagi!!!

Hvussu var tað? Var poengi hjá Karl Marx ikki júst hetta, at marknaðurin ongantíð kundi skapa eitt rættvíst býti av virðunum í samfelagnum? Var sjálvt grundarlagið undir Føroya Javnaðarflokki ikki einaferð, eitt krav um, at marknaðarkreftirnar skulu tálmast, og at býtið av samfelagsgóðum skal avgerast út frá politiskari støðutakan og ikki búskaparligari?

Men tá til stykkis kemur, so avspeglar Sosialurin ivaleyst bara tað hugsjónarliga hóttafallið, sum Javnaðarflokkinum eftir øllum at døma er fyri. Marx vísti á, at ein av trupulleikunum við peningi er, at hann hevur lyndi til at gerast ein vøra í sær sjálvum. Og tá fara summi at leggja hann inn undir seg, eins og tey keypa sukur og mjøl niðurfyri. At Javnaðarleiðslan umboðar fremstu peningaligu inniløgumenn í Føroyum eru ferðaískoytið hjá floksformanninum og undirtøka floksins til hækkaðar tingmannalønir talandi dømir um.

Tann syrgiliga niðurstøðan av hesum er, at føroyski Javnaðarflokkurin ikki longur er ein javnaðarflokkur annað enn av navni. Skal hann endurreisast má ókrútið lúkast burtur. Til tess krevjast sterkir ungir armar - og eitt trúverdugt málgagn.