Men sig, hvat ger tingið - nú statt ei og bín!

Týsdagin 2. mars fekk sjáldsamt uppskot fyrstu viðgerð á tingi. Uppskotið snýr seg um nógv umtalaðu kirkjulógirnar, sum løgtingið samtykti seinasta valskeið. Tað sjáldsama í tí uppskotinum, sum nú er borið niðan í tingið er, at landsstýrismaðurin Signar á Brúnni biður tingið um grønt ljós fyri ikki at seta lógir í gildi, sum tingið sjálvt hevur samtykt.!

Gildiskomudagurin, sum var settur at vera 1. januar 1999, er í broytingaruppskotinum settur at vera 1. desember 2000.

Orðaskiftið undir hesi 1. viðgerðini var nógv merkt av teimum undanførslunum, sum standa at lesa í viðmerkingunum til broytingaruppskotið - ússaligar undanførslur fyri ikki at seta lógirnar í gildi nú. Landsstýrismaðurin ber seg undan við at:

- kunngerðararbeiðið er so rúgvismikið (kann gerast eftir max. 3 mðr., er mær sagt)

- politiska viðgerðin av donsku uppskotunum restar í (er viðgjørt undanfarna valskeið)

- at eitt ríkislógartilmæli restar í (lógin um kirkjuráð, sum mátti bíða, tí kirkjuráðsval stóð fyri durum)

- at fólkakirkjan verður føroysk við serstakari føroyskari lóggávu (er eingin andsøgn).

Ella er tað? Kunnu vit vanta okkum eina so serstaka og øðrvísi fólkakirkju, sum fáur fer at kennast við? Tað hugsi eg ikki.

Kirkjan virkar sambært lógum frá fyrst í hesi øldini. Lógir sum als ikki hóska og bart út stríða ímóti kirkjuliga arbeiðinum. Innihaldið í nýggju lógunum ger kirkjuliga arbeiðið lógligt, soleiðis sum tað fer fram í dag. Tí er einki sum forðar fyri, at seta tær í verk. Ikki uttan so, at okkurt annað nýtt og ókent slag av kirkju er á veg frá hesi nevndini, sum landsstýrismaðurin hevur sett at evna til føroyska kirkjulóggávu. Tvørturímóti er hetta gott høvi at lata lógirnar standa sína roynd. So leingi innihaldið er føroyskt, ger einki um teksturin er danskur. Vit eiga nógvar dugnaligar týðarar.

Hatta vóru undanførslurnar. Og tær hava einki at gera við málið sjálvt.

Tað er nógv álvarsligari enn so.

Tað sær út til, at man í umsitingini hevur lyndi til at blanda hugtøkini ábyrgd landsstýrismanna við makt/møguleika landsstýrismanna. Landsstýrismaðurin, í hesum føri Signar á Brúnni, eigur at útinna tingsins vilja. Ger hann ikki tað, eigur løgmaður at taka í herðatoppin á honum, soleiðis sum leiðarar gera, tá ið soldátarnir vilja ganga egnu leiðir. Tá ið tað ikki hendir, hvat ger tingið to?

Vit hava eitt lóggevandi vald, sum er og eigur at vera evsta valdið. Í málinum um kirkjulógirnar hava bæði landsstýrismaður og løgmaður, sum eru útinnarar hjá lóggávuvaldinum sett seg omanfyri. Tá ið tað nú vísir seg at umsitingin, sum átti at verið tingsins tænarar, virða ikki parlamentarismuna, tá er spell at ikki ber til at taka aftur tað, sum teimum var litið upp í hendur. Betri hevði verið um eingin viðtikin lóg fór út um tingsins gátt, fyrr enn hon var lýst. Kanska skuldi tað verið uppgávan hjá tingformanninum at lýst lógir? Tá hevði ikki borið til at súlta lógir, og lóggevandi og útinnandi valdið vóru ikki blandað saman.

Tí ikki ber til, at lógir skulu fáa eina ivasama lagnu alt eftir lúnunum hjá tilvildarligum løgmonnum ella landsstýrismonnum. Tingið eigur ikki at góðtaka slíkt. Løgtingið má ikki finna seg í leiklutinum sum hundur, sum landsstýrið leiðir í bandi. Tað øvugta er heldur hugsandi.


Katrin D. Jakobsen

Løgtingskvinna

hjá Javnaðarflokkinum