Men eitt vantar í?

Upp til val koma uppskot frá valevnum, hvussu hesi vildu loyst teir ymisku trupulleikarnar, og ynskini frá veljarunum.

Hetta er gott og náttúrligt. Ofta eru tað mál sum eru uppi í tíðini»in« sum havd verða á lofti. Hesaferð er tað barnaansingin sum er í »fokus« og er tað ikki undarligt.

Tí hetta er ein alstórur trupulleiki hjá foreldrum hvørs børn einki ansingarpláss hava. Hetta er ein uppgáva hjá komandi býráði at fáa loyst. Havast má í huga at fyrst nú í summar kom kommunan sambært lóg at hava hetta øki einsamøll at røkja. Hetta arbeiðið má gerast miðvíst, at fáa bygt stovnar eftir sama leisti so at hesir verða so ódýrir sum møguligt, uttan at tað gongur yvir dygdina.

Somuleiðis sum barnaansingin kom undir tað kommunala øki, yvirtekur landið umsorganina fyri teim gomlu og eldru. Tað vil siga, at røktarheim og tílikar byggingar verða landsuppgávur. Hesi mugu ikki sleppast uppá fjall, tí neyðin innan hetta øki er líka so stór, ella størri, sum innan barnaansingina.

Kommunan má sum skjótast fara undir at byggja sambýlir, so tey ið illa eru før fyri at klára seg heima hjá sær sjálvum kunnu verða undir tryggari korum.

Hesar uppgávur eru ikki tær einastu uppgávur ið ein stór kommna sum Tórshavnar kommuna hevur at røkja. Dagligdagurin er eitt við sínum uppgávum, og nú Marknagilsvegurin verður liðugur til jóla, má haldast fram við hesi vegagerð út á Argir, og ikki helmast í fyrrenn úti á Hamaranum. Hetta er neyðugt um ferðslan, sum í løtuni er ein ruðuleiki har úti, skal ganga so ótarnað sum møguligt.

Vinnulívið má hava góð kor at virka undir, og ugu skapas tkarmar fyri hesum. Vinnulívið er trygdin fyri eini sosialari vælferð.

Lat ikki tína atkvøðu vanta í til sjálvstýrislistan, men lat 21. nov. verða ein sannan D-dag.


Ronald F. Poulsen

býráðslimur og valevni