– Úrslitini eru ikki tey, sum vit høvdu vónað. Tað eru sanniliga fløktir trupulleikar, sum eg haldi, at vit finna út av at fáa loystar, sigur hon í samrøðu við sjónvarpstøðina TG1.
Meloni hevur lovað at minka talið av migrantum, sum koma til Italia úr Miðarhavinum.
Tað eru skrásettir yvir 130.000 fólk í ár – tvífalt so nógv sum sama tíðarskeið í fjør.
Tá yvir 8500 migrantar komu til lítlu oynna Lampedusa upp á bara tríggjar dagar í september, hevur Meloni biðið ES um hjálp. Tað eru eisini gjørd serlig átøk ímóti mannasmugling í Tunis.
/ritzau/AFP