Dansk-føroyski bólkurin Brothers Inc. fer at syngja og spæla á tónleikatiltakinum Við Brúnna í ár.
Umframt at hava sína egnu framførslu, fara tey at spæla undir hjá Kristinu og Alex Bærendsen og Nicolinu á Kamarinum.
Bólkurin er mannaður við sera royndum tónleikarum, so sum føroyinginum Marner av Lofti, sum spælir tangentar, trummusláari er Michael Kratz, bassistur Tue Gudnitz, gittarspælari Lasse Baggenæs, og sangarinna Ida Lohmann, sum hevur luttikið í bæði Voice tónleikakappingini og danska Melodi Grand Prix.
- Bólkurin spælir lívligan dansivinarligan tónleik, har dentur verður lagdur á tey størstu hittini gjøgnum tíðina fram til í dag. Ein sera fleksibul og vældámdur bólkur úr Jútlandi, sum heilt sikkurt kann levera eitt super show, skriva fyrireikararnir.









