Melodi Grand Prix fyri í Løgtinginum í dag

Í dag fer Føroya Løgting at viðgera føroyska luttøku í altjóða tónleikakappingini, sum vit vanliga kalla Melodi Grand Prix.

Tað er Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum fer at seta løgmanni skrivligan fyrispurning um málið. Hon spyr, um løgmaður heldur, at Føroyar og føroyskir tónleikarar áttu at havt møguleikan fyri sjálvstøðugari luttøku í evropisku Grand Prix songkappingini.

 

Hon spyr í øðurm lagi um løgmaður heldur, at ríkisfelagsskapurin er ein forðing fyri, at føroyskur tónleikur kann bjóða seg fram á jøvnum føti við tónleik úr øðrum londum.

 

Og í triðja lagi spyr hon, um løgmaður heldur, at tónleikavinnan í Føroyum lættari hevði kunnað ment seg til eina útflutningsvinnu, um føroyskur tónleikur hevði somu atgongd til fleir- og altjóða kappingar eins og onnur lond.

 

Bjørt Samuelsen vísir á tað, sum Chief One, sum er um boðsmaður hjá The Dreams og sum var ein av dómarunum í donsku Grand Prix Kappingini leygarkvødið, segði við Sosialin og Rás2:

 

- Føroyingar fara at bergtaka Eurovision!

 

Chief One er ikki í iva um, at Føroyar áttu av havt egnan limaskap í Eurovision, og at um Føroyar gjørdist eitt sjálvstøðugt land, so hevði tónleikur avgjørt kunna ment seg til eina avgerandi útflutningsvinnu.

 

- Føroyingar fara uttan iva at smyrja alt av í Eurovision, um tit velja at gerast eitt sjálvstøðugt land, og soleiðis fáa limaskap. Føroyingar eru eitt óvanliga evnaríkt fólkaslag, sum heilt avgjørt eigur at satsa uppá tónleikin, sigur Chief One, við Portalin.

 

Bjørt Samuelsen vísir á, at Chief One hvørki er hin fyrsti ella seinasti, sum hevur hesa áskoðan.

 

- Áhaldandi gongur sjón fyri søgn, at føroyskur tónleikur og tónleikarar eru á hástigi. Kortini hevur ikki eydnast at gera tónleikin til nakra stóra útflutningsvøru. Føroyskir tónleikarar kunnu ikki umboða sítt egna land, tá teir luttaka í ymiskum kappingum uttanlands. Eitt nú hevði Jens Marni Hansen verið noyddur at umboða Danmark og Jógvan Hansen Ísland, høvdu hesir vunnið undanumførini í Grand Prix ? sum báðir høvdu sera góðan møguleika til, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Hon sigur víðari, at samstundis hava vit ikki møguleika at lata okkara fantastisku sangarar og tónleikabólkar kappast her heima, so vit kunnu senda besta umboðið avstað at umboða Føroyar.

 

- Fleiri enn 100 milliónir hyggjarar eru, tá tónleikurin frá endaliga evropiska Grand Prixinum, sum í ár verður í Oslo, floymir inn í stovur kring alt Evropa. Ikki skal nógv hugflog til at rokna út, hvussu stóran týdning tað kundi havt í mun til at branda land okkara og okkara tónleikarar, sigur hon og kemur so til niðurstøðuna - ella politiska málið við spurninginum hjá einum tjóðveldistingfólki at spyrja ein sambandsløgmann:

 

»Grand Prix er eitt aktuelt dømi, men eitt ótal av øðrum dømum eru um, at hurðar eru stongdar, tí vit ikki kunnu kalla okkum eina sjálvstøðuga tjóð.«