Bókin Mellem kor og skib. Jacob Dahls færøske postiller eftir Jákup Reinert Hansen er útkomin
Ritgerðin varpar ljós á eitt týdningarmikið tíðarskeið í føroyskari kirkju- og mentanarsøgu. Bæði viðvíkjandi bíbliutekst-um, ritualum, sálmasangi og prædiku hava vit mest Jákup Dahl, prósti fyri at takka, at føroyskt gjørdist kirkjumál.
Í greining síni av prædikum Dahls vísir Jákup Reinert Hansen á, hvussu gudfrøðilesnaðurin í Keypmannahavn fyrst í 20. øld rann saman við eini boðan, sum natúrliga tók føroysk viðurskifti til viðgerðar. Greitt verður haraftrat frá, hvussu upprunaprædikur vórðu skrivaðar um, so tær skuldu hóska at verða lisnar sum lestur.
Lestarbøkurnar hjá Jákupi Dahl gerast sostatt ein fyrimynd fyri føroyskari kristintrúgv.
Føroya Fróðskaparfelag hevur útgivið bókina, sum kostar 370 krónur.










