Svenski verjuleikarin, Olof Mellberg, hevur valt at steðga yrkisleiðini sum fótbóltsleikari. Hesum boðar 36 ára gamli nú fyrrverandi FCK-leikarin frá í dag.
- Eg havi í dag steðgað samstarvinum við FCK, sum gjørdist mítt síðsta stað á fótbóltsleiðini, sigur hann við svensku Fotbollskanalen.
Olof Mellberg hevur leikt 117 landsdystir fyri Svøríki og hevur umboðað feløg sum Racing Santander, Aston Villa, Juventus, Olympiacos og Villarreal.









