Meldurhvirlur kravt 70 mannalív í USA

Í nøkrum statum har suðuri í USA hava ógvusligar meldurhvirlur gjørt sera stóran skaða og kravt mong mannalív. Serliga illa stendur til í Alabama, har 58 fólk eru deyð, og sambært AP eru 12 fólk deyð í trimum av grannastatunum.

Meldurhvirlurnar hava gjørt serliga stóran skaða í býnum Tuscaloosa í Alabama. Løgreglan har sigur, at 15 fólk eru deyð, og borgarstjórin, Walter Maddox, stúrir fyri, at tað rætta talið á deyðum er uppaftur størri.

Guvernørurin, Robert Bentley, hevur sent 1.400 mans hjá tjóðarhirðini í Alabama at at hjálpa bjargingarliðunum.

Barack Obama, forseti, sigur í einari fráboðan, at Alabama er at rokna sum vanlukkuøki, og at staturin skal fáa hjálp frá stjórnini til bjargingar- og endurbyggingararbeiðið.