Í fleiri amerikonskum statum hava bjargingarlið úr at gera við at bøta um skaðan av meiri enn 100 meldurhvirlum, sum hava herjað ta seinastu vikuna. Í trimum statum hava meldurhvirlurnar kravt 27 mannalív, og summar tíðindastovur skriva, at tann lítli býurin Maryville í statinum Indiana er at kalla javnaður við jørðina.
-Vit hava fingið fráboðanir um, at Maryville er heilt einfalt horvin, men eg kann ikki vátta tað, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar.
Sambært AP-tíðindastovuni hava meldurhvirlurnar kravt 14 mannalív í Indiana, 12 í Kentucky og eitt í Ohio.
Amerikonsku veðurfrøðingarnir siga, at bara í gjár fingu teir fráboðanir um 74 meldurhvirlur í sjey ymsum statum, og sostatt eru 126 meldurhvirlur fráboðaðar ta seinastu vikuna.
Í fjør kravdu meldurhvirlur umleið 545 mannalív í USA. Tað er tað mesta síðani 1936 og tað triðmesta nakrantíð.