Myndugleikarnir í Indiana siga, at talið á deyðum kann gerast uppaftur størri, tí fleiri fólk liggja á sjúkrahúsi við so álvarssomum løstum, at tað stendur um lív hjá summum teirra.
Sambært myndugleikunum kravdi meldurhvirlan 18 mannalív í Vanderburgh-økinum, og í Warrick-økinum doyðu fimm. Meldurhvirlan tók seg upp tíðliga sunnumorgunin, og tí lógu tey flestu og svóvu, tá hvirlan javnaði hús teirra við jørðina. Hvirlan var so hørð, at øll tann ovastan hæddin fór oman av einum íbúðarhúsum í Warrick County.
- Tey mundu øll liggja og sova, so tey hava neyvan hoyrt ávaringarlúðrarnar, segði ein talsmaður hjá løgregluni í gjár.
Meldurhvirlan kvetti eisini elveiti9ngina, og tí lógu framvegis umleið 25.000 fólk í streymloysi í gjár.
So harðar meldurhvirlur eru annars ikki vanligar í Indiana og har á leið hesa tíðina á árinum. Tað vanliga er, at meldurhvirlur gera um seg frá apríl til juni, men í ár hava fleiri verið seinni. Eitt nú doyðu tíggju fólk av meldurhvirlum í statunum Georgia, Arkansas, Wyoming, Wisconsin og Mississippi í september.
Árliga krevja meldurhvirlur umleið 70 mannalív í USA. Tann mest oyðandi meldurhvirlan, sum menn vita um at siga, herjaði Missouri, Illinois og Indiana í mars í 1925. Ta ferðina doyðu 689 fólk.