Um fimm tíðina sunnudagin varnaðust fólk í Sumba, at ein meldurhvirla nærkaðist Sumbiarhólmi. Hon var sermerkt, tí eisini sjálvur hvirilin sást í luftini. Hvirilin kom inn móti bygdini, og komin í mølina við Stórá, fann meldurhvirlan lægsta stað, og fylgdi síðani Stórá niðaneftir.
Ongin skaði tykist vera hendur av meldurhvirluni, tó onkur sigur seg hava sæð eina stikrullu vera tikna við meldrinum, men uppi við Kvíggjá merktist hvirlan inni í húsunum.
Ein kvinna í áttatiárunum gjørdi vart við seg fyri at vita, hvat var hent. Hon hevði ongantíð upplivað slíkt áður.
Yvirhøvur eru slíkar meldurhvirlur slíkt fyribrygdi, ið fólk óivað einamest kenna frá amerikonskum filmum, men hesaferð hendi tað so í Sumba, sum sæst á myndunum, sum kvikir sumbingar tóku í dag.