Meldurhvirla kravt fýra mannalív

Ein meldurhvirla í amerikanska statinum Massachusetts hevur kravt fýra mannalív. Meldurhvirlur eru ikki so vanligar har. Massachusetts er í landnyrðingspartinum av USA, og CNN sigur, at meldurhvirlur eru ikki so vanligar har sum har vesturi og mitt í landinum, har meldurhvirlur hava herjað 19 býir í seinastuni. Sambært myndugleikunum í Massachusetts eru tað trý ár, síðani ein meldurhvirla var har.

Tann ringasta meldurhvirlan í ár rakti býin Joplin, og tey seinastu tølini siga, at hon kravdi 132 mannalív.