Nýggja Vár-meldurbókin er onnur av meldurbókunum, har børnini sjálvi kunnu leita eftir fólkum, djórum og lutum. Bókin er á tremur við myndum. Søgurnar í bókini eru eisini nógvar, men tær sleppa børnini at finna uppá sjálvi.
Í bókini Stolni Steinurin boðar tað ikki frá góðum, tá heilagi friðarsteinurin verður stolin frá tí lítla staðnum við Grønavatn. Ófriður og myrkar tíðir nærkast í lítlu bygdini. Tað er bara eitt, sum kann fáa frið aftur í lag millum kubbar, tøppar, stjørnusavnarar og træleyparar: Friðarsteinurin má finnast og fáast heimaftur.
Lítli kubbin, Píl, má út á eina langa og vandamikla ferð saman við gákandi og braneggjaða rókinum Olla, so tey kunnu finna steinum og bjarga sínum vinum.
Bókadeild Føroya Læarafelags gevur út Vár-meldurbók og Stolni steinurin, sum er tann fyrsta í røðini um Grønavatn.