Melduródnin Bolaven, sum hevur herjað Suðurkorea, er nú á veg inn yvir kinesiska landspartin Shandong.
Suðurkoreonsku myndugleikarnir siga, at Bolaven er tann ringasta melduródnin har í næstan tíggju ár. Higartil er staðfest, at 17 fólk eru deyð, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at talið fer at veksa. Ódnin hevur eisini gjørt stóran materiellan skaða. Í havnarbýnum Sacheon brotnaði eitt farmaskip av um tvøran, men mansskaði var eingin. Tvey kinesisk fiskiskip fóru á land, og nakrir menn druknaðu.
Umleið 250 flogferðir og 100 ferjuferðir vórðu avlýstar fyri veður, og í høvuðsstaðnum Seoul og nøkrum øðrum býum vóru allir skúlar stongdir.