Melduródn í Japan kravt 27 mannalív

Um vikuskiftið hevur melduródnin Talas herjað japonsku oyggjarnar Honshu og Shikoko, og myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 27 fólk hava latið lív í ódnarveðrinum. Samstundis stúra myndugleikarnir fyri, at talið á deyðum kann veksa, tí meiri enn 50 eru ikki komin afturíaftur.

Talas er tann ringasta melduródnin, sum hevur herjað Japan tey seinastu árini, og næstan 30.000 fólk eru flutt burtur undan ódnarveðrinum. Stjórnin hevur skipað eitt vanlukkuráð, sum skal hjálpa teimum neyðstøddu.

Tað hevur eisini regnað sera illa í sambandi við melduródnina, og veðurfrøðingarnir siga, at tað er stórur vandi fyri skriðulopum nógvastaðni.