Ein ógvuslig melduródn, sum hevur fingið navnið Nanmadol, herjar í løtuni Taiwan. Um vikuskiftið herjaði hon Filipsoyggjarnar, og har kravdi hon 16 mannalív.
Taiwanska veðurstovan sigur, at Nammadol er tann ringasta melsuródnin, sum hevur herjað Taiwan síðani 2009, tá melduródnin Morakot kravdi næstan 700 mannalív har. Ódnin hevur longu kravt eitt mannalív, og fleiri bygdir eru avbyrgdar orsakað av skriðulopum.
Veðurmenninir siga, at Nammadol er viknað eitt sindur, síðani hon herjaði Filipsoyggjarnar, og teir siga, at hon viknar, so hvørt sum hon fer norðureftir.










