Meldaði seg sjálvan

Persónurin, sum stovnaði ein falskan facebookprofil upp á nakkan á løgregluni í Føroyum, er nú avdúkaður

 

Ein ungur drongur í Havn má ásanna, at Facebook avgjørt ikki er at spæla við.

 

Í fyrradagin stovnaði hann ein falskan Facebook profil í navninum á løgregluni í Føroyum.

 

Men tað tók løgreglan rættiliga álvarsliga og kunngjørdi málið alment fyri at beina allan iva av vegnum og fyri at gera almenninginum greitt, at talan var um ein falskan profil.

 

Síðani er tað eisini avdúkað, hvør tað var, sum stovnaði hendan falska politi-profilin.

 

Tað varð í fyrradagin, at eitt starvsfólk hjá løgregluni í Føroyum varnaðist, at ein profilur varð stovnaður á Facebook í navninum á løgregluni í Føroyum.

 

Profilurin nevndist Politi Tórshavn.

 

Men profilurin var falskur. Hann varð stovnaður upp á nakkan á politiðnum, tí hetta hevur onki við politiið at gera, staðfesti politiið í eini almennari fráboðan í gjár.

 

Sostatt tók politiið beinanvegin stig til at fáa profilin stongdan.

 

Málið varð alt fyri eitt latið KT deildini hjá løgregluni, og samstundis sendi løgreglan út tíðindaskriv í gjár at kunna fólk um, at talan var um ein falskan profil, sum einki hevði við løgregluna at gera.


Alt hetta hóvastákið fekk ein ungan drong at venda sær til løgregluna og at boða frá, at tað var hann, sum hevði stovnað profilin.

 

Hann hevur verið til avhoyringar hjá løgregluni í gjárkvøldið, har hann hevur greitt frá, hvussu hetta hekk saman.

 

Løgreglan sigur, at talan mest var um tankaloysi, og at ungi drongurin ikki hevði hugsað um avleiðingarnar av at stovna ein profil, sum hendan.

 

Løgreglan viðgerð nú spurningin at vita, hvat meiri skal gerast við málið.

 

Men í øllum førum er tað enn einaferð gjørt greitt, at Facebook er ikki at spæla við, og at ein krevur at ansa sær, hvussu ein ber seg at.