Meldaður fyri at larma – tvær ferðir

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein trolari, sum lá við bryggju, larmaði so illa, at hann órógvaði heimafriðin hjá fólki. Sami trolari varð meldaður ikki bara eina ferð, men tvær ferðir.

 

Nýliga varð eitt felag stovna, sum kallast Heimafriður, og endamálið við tí er at virka fyri, at fólk skulu fáa frið til at vera heima hjá sær sjálvum. Serliga hugsa tey um skip, sum liggja við bryggja og larma og osa, og tað var nettupp tað hendi í gjár.

 

Beint fyri jól heitti felagið á fleiri kommunur um at tryggja fólki, at skip ikki lógu við bryggju og larmaðu á jólum, so at fólk ikki fingu frið um høgtíðina.

 

Men á miðdegi í gjár ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at ein trolari, sum lá við bryggju í Runavík, larmaði so illa, at tað órógvaði fólk.

 

Hann kundi ikki fáa streym úr landi og tískil vóru ljósmotorarnir frá og tað órógvaði fólk so illa at tey boðaðu løgregluni frá. Trolarin varð síðani fluttur norður í Ánirnar at liggja, men tað gekk bara ein lítil løta, so varð eisini ringt haðani til løgregluna at melda trolaran fyri larm.

 

Løgreglan sigur, at tey skilja væl, at fólk órógvast av slíkum, men hetta er eitt kommunalt mál burtur av, so tað er ikki nógv, løgreglan fær gjørt við tað, í hvussu so er ikki sum nú er. Halgidagslógin er frá 1923 og hon leggur ikki upp fyri larmi av slíkum slagi, sigur løgreglan.

 

Hinvegin vænta tey, at trupulleikar sum hesir fara bara at vinda upp á seg, og tí fara tey fegin í samskifti við kommunurnar um, hvussu trupulleikin kann loysast. Tey ásanna eisini, at hetta eru spurningar, kommunurnar geva gætur, men spurningurin er bara, hvussu ein loysn kann finnast.