Seinnapartin í dag varð ein bilførari í Eysturoy tikin fyri at koyra við kenning.
Løgreglan sigur, at tað vóru fólk, sum ringdu á løgreglustøðina at melda bilføraran, tí tey høvdu illgruna um, at hann hevði kenning.
Løgreglan fór eftir honum, og tey fingu eisini fatur á honum. Tá ið rúsdrekkaroynd varð tikin av honum, vísti hon, at hann hevði drukkið meiri enn loyvt er, og tískil varð hann førdur til lækna at taka blóðroynd.
Løgreglan sigur, at sostatt er bilførarin skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Løgreglan sigur, at tað hendir seg rættiliga ofta, at fólk ringja til løgregluna at melda bilførarar, sum tey hava illgruna um, koyra við kenning. Og tað kemur eisini meiri enn so fyri, at tað gevur úrslit, og at bilførararnir verða tiknir.










