40 ára gamli maðurin, sum í dag stakk varafútan uttan fyri dómhúsið í Havn, fór beina leið oman á politistøðina og segði, hvat hann hevði gjørt Um middagsleitið í morgin verður væntandi grundlógarhoyr í Føroya rætti í sambandi við tilburðin í dag, tá ið varafútin Finn Ougaard varð stungin.
Maðurin, sum hevur játtað at hava framt illgerðina er ein 40 ára gamal maður, sum politiið væl kennir.
Á tiðindafundi fyri løtu síðan dugdi Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur ikki at siga, um tann 40 ára gamli maðurin var ávirkaður.
Hann kendi heldur ikki motivið hjá manninum, sum tá enn ikki var avhoyrdur.
Maðurin verður nú fyrst kannaður.
Fleiri vitni eru longu avhoyrd, og fleiri aftrat skulu avhoyrast. Politiið heitir á onnur fólk, sum hava sæð okkurt, um at gera vart við seg.
Jón Klein Olsen kom beint av Landssjúkrahúsinum á tíðindafundin. Hann upplýsti, at varafúti hevði tað gott, men var ógvuliga skelkaður av hendingini.
Starvsfólkini í Dómhúsinum vóru eisini skelkað, og tí varð dómhúsið stongt beinanvegin eftir tilburðin.