Mel Gibson pápi fyri áttandu ferð

Slatur gongur nú um, at 53-ára gamli sjónleikarin og 39-ára gamla russiska dama hansara hava fingið eina dóttir.

Bæði Mel Gibson og russiska dama hansara, Oksana Grigorieva, hava roynt tað áður, og júst hetta er kanska orsøkin til, at tað gekk so skjótt at fáa ta lítlu gentuna í verðina.

Henda lítla gentan, sum sambært RadarOnline varð fødd fríggjadagin, varð fødd nakrar vikur ov tíðiga. Men føðingin gekk eftir øllum at døma væl, og bæði mamma og dóttir eru longu heima aftur.

Henda lítla gentan er áttanda barnið hjá Mel Gibson. Mel hevur sjey børn, seks synir og eina dóttir, við fyrrverandi konu síni Robyn, sum hann bleiv skildur frá fyrr í ár, eftir at tey høvdu verið gift í 29 ár.

Oksana Grigorieva hevur frammanundan ein son við James Bond-stjørnuni Timothy Dalton.