Mel C hevur altíð svomið ímóti streyminum, og nú - sum 34 ára gomul, er hon glaðari enn nakrantíð.
Mel C ger í samrøðuni greitt, at hóast hon er tann einasta av Spice-gentunum, sum enn ikki er mamma, so hevur hon ongar ætlanir um tað.
Og hon vil fegin ærliga siga, at hon heldur ikki gongur við giftingarætlanum, hóast hon í mong ár hevur gngið saman við Thomas Starr.
Melanie Chisholm ger tó greitt, at hon hevur tað gott við børnum, og er glað, at hinar eru mammur. Og tá tær funnu saman aftur fyri at fara á ferð saman sum bólkur, so var tað, at børnini vóru við, við til at ríka løturnar, og tað var gott at koma at kenna børnini hjá hinum Spice-gentunum, sigur Mel C.
Egin
Mel C var altíð eitt sindur egin, tá tað snúði seg um superbólkin Spice Girls. Hon var tann einasta, sum veruliga dugdi at syngja, hin einasta, ið legði nakað í sangskriving, men eisini hin einasta, ið ikki kendi seg væl og vakra ella nóg serstaka til bólkin.
Í rokinum við Spice Girls og tí at vera kendur, fylgdi tí ymiskt keðiligt, og hon hevði etingarólag.
Í mánaðir á ferð við bólkinum, livdu hon av eitt sindur salati. Hon rann og nýtti tímar í venjingarhølum.
- Eg kendi ikki, at eg var nóg vøkur til at vera í bólkinum, og helt tí, at eg skuldi hava besta kroppin, sigur Mel C við News of the World.
Vildi ikki endurtaka Spice Girls
Hon viðgongur í samrøðuni, at hon var ikki so glað fyri, at Spice Girls skuldu finna saman aftur.
Hon var ímóti hesum av so mongum orsøkum, ið mintu hana á tær ringu løturnar, ið hon hevði hesa tíðina, so tað skuldu sannførandi orð til, innan Mel C segði ja til at fara á ferð aftur við heimsins kendasta kvinnubólki, Spice Girls.
Tað er løgið, at sum partur av størsta bólkinum á jørðini, hevði eg tað so keðiligt orsakað av mínum etingarólag, hugleiðir Melanie C, ið viðgongur,at hon hevur tað ringt við, at hon sum slík hevur verið fyrimynd hjá so mongum ungum gentum.
Men at enda sannaði hon, at sameingin av bólkinum eisini fór at jarða nøkur spøkilsi, ið annars vitjaðu aftur og aftur, og tá hinar vildu, so var hugsanin um at gera eina stóra poppframførslu, og at nýta tíð saman við hinum limunum í Spice Girls, sera lokkandi.
- Tað var eitt sera jaligt upplivils.Vit vóru eldri og klókari og fingu lagt ymiskt afturum okkum, sigur Mel C.
- Eg var aftur stolt av at vera ein Spice-genta, og vit eru nú meira sum systrar, enn vinrir.
Men talan verðru neyvan um eina endurtøku av sameiningini.
- Vit vistu, at tá hetta var liðugt, so var hetta tað. Ongantíð aftur, men hetta var alt á ein góðan hátt, sigur Mel C.
Liverpool
Í løtuni hugsar Mel C um heimstaðin Liverpool, har hon skal vera við til at kasta ljós á eitt tiltak, ið hevur samband við syrgiligu hendingina, har 11 ára gamli Rhys Jones var skotin, meðan hann súkklaði á alfaraveg fyri einum ári síðani.
- Eg eri úr Liverpool og var ræðsluskigin við hugsanina um, at vit liva í einum landi, sum gerst alt meira merkt av harðskapi, sigur Mel C, sum hevur heim í bæði London og í Wales.
- Eg vaks upp í vanligum arbeiðaraumhvørvi í Liverpool, og tá eg kom til hús eftir skúlatíð, so sá mamma onki til mín, tí eg var úti og spældi. men børn í dag kunnu ikki gera tað, og tað óseka við baraárunum verður spakuliga tikið burtur, hugleiðir Mel C.
Fyri fáum árum síðani var hon limur í heimskenda bólkinum Spice Girls, ið legði alt og øll fyri sínar føtur. Um vikuskiftið stendur hon á palli í Klaksvík á Summarfestivalinum, og tað hevur hon sagt seg gleða seg almikið til.