Fyrsta dystin vunnu teir 2-0 ímóti Brasilia, og náttina til mánadagin møttu teir so Ekvador. Nery Castillo legði Meksiko á odda 1-0 eftir eina góða avlevering frá Rafael Marquez, og móti endanum av dystinum økti Omar Bravo til 2-0 við høvdinum, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.