Meksiko vann rættiliga í dag óvæntað finaluna í OL-fótbóltskappingini hjá monnum ímóti stórfavorittunum úr Brasil. Úrslitið gjørdist 2-1 til Meksiko.
Ein stór villa í brasilsku verjuni gjørdi, at Oribe Peralta kundi leggja Meksiko á odda longu í 1. minutti. Sami maður økti til 2-0, tá umleið eitt korter var eftir av dystinum. Tað eydnaðist Hulk at minka til 2-1, men hóast Brasil hevði fleiri málmøguleikar í seinastuni, fingu teir ikki fleiri mál.
Sostatt vann Meksiko gull, og Brasil fekk silvur. Bronsudystin millum Suðurkorea og Japan vunnu suðurkoreanar 2-0 og fingu sostatt bronsu.