Meksiko skal bara eita Meksiko

Embætisskeiðið hjá meksikanska forsetanum, Felipe Calderón, fer nú at halla av álvara, men forsetin hevur í hvussu er eitt mál eftir, sum hann ætlar sær at avgreiða, áðrenn hann fer frá. Hann hevur nevnliga sett sær fyri at broyta navnið á landinum, og tí hevur hann sent tjóðartinginum eitt uppskot um at strika tað almenna navnið "Estados Unidos Mexicanos" - Sameindu Meksikonsku Statirnir - við at broyta tað í grundlógini.

Uppskotið hjá forsetanum (myndin) er, at landið skal bara eita "Mexico", soleiðis sum tað verður nevnt kring allan heimin.

Meksiko fekk sítt almenna navn í 19. øld, og grannalandið fyri norðan, USA, var fyrimyndin - eisini tá navnið bleiv avgjørt. Felipe Calderón heldur, at nógv er broytt síðani, og at tað er eingin orsøk til at hyggja eftir, hvussu onnur gera ella hava gjørt.

-Tað er ikki neyðugt, at navnið á okkara landi skal líkjast navninum á øðrum londum. Haldið mær til góðar, men Meksiso eitur Meksiko, sigur forsetin, sum fer frá í næsta mánað.