Meksiko sigraði á Kamerun

Enn einaferð hevði dómarin ein óhepnan leiklut

Fyri løtu síðani sigraði Meksiko 1-0 á Kamerun á Arena das Dunas leikvøllinum í Natal. Einsamalla málið í dystinum skeyt Oribe Peralta. Oribe Peralta var ein av fremstu spælarunum hjá Meksiko, tá Meksiko vann gullheiðursmerkini í mansfótbólti á teimum olympisku summarleikunum í London í 2012.

 

Talan var um ein dyst í bólki A, har Brasil ígjár sigraði 3-1 á Kroatia. Dómarin hevði aftur hesaferð ein óhepnan leiklut. Tvær ferðir í fyrra hálvleiki kolldømdi dómarin, Wilmar Roldán úr Kolumbia av órøttum mál hjá Meksiko, og vóru tað tí nakrir ógvuliga hugtungir meksikanarar, sum fóru av vøllinum í steðginum. Giovanni dos Santos skoraði bæði hesi málini, sum dómarin ikki viðurkendi, men dømdi skeivt fyri rangstøðu í báðum førum.

 

Í seinna hálvleiki megnaði Meksiko tó at fáa eitt mál viðurkent, sum Oribe Peralta beindi í málið í 61. minutti. Eftir hetta trýsti Kamerun, men teir megnaðu ikki at fáa nakra úrtøku burturúr málmøguleikunum, og Meksiko bar sigurin heim. Hetta hendi eftir, at Dos Santos hevði eina góða roynd á málið hjá Kamerun, sum málverjin Itandje bjargaði. Oribe Peralta var skjótur á returbóltinum, og setti bóltin trygt í netið. Tað regnaði sera illa undir dystinum.

 

 

Meksiko-Kamerun 1-0 (0-0)

1-0 Oribe Peralta (61.)

 

 

Støðan í bólki A :

 

1. Brasil 1  3-1  3 stig

2. Meksiko 1  1-0  3 stig

---------------------------------

3. Kamerun  1  0-1  0  stig

4. Kroatia  1  1-3  0 stig