Meksiko knógvaði sensasjónsliðnum Panama í finaluni

Meksiko er norður- og millumamerikanskur meistari á níggjunda sinni

Norður- og millumamerikanska meistaraskapið í fótbólti verður nevnt Gold Cup.

 

Í finaluni, ið var leikt í Inglewood í Kalifornia í USA í nátt møttust áttafaldu Gold Cup vinnararnir, Meksiko og lítla landið, Panama sum hevur verið sensasjónsliðið í kappingini.

 

Panama megnaði at senda amerikonsku vertirnar úr kappingini aftaná brotssparkskapping í hálvfinaluni.

 

Men Panama, ið hevur danska-spanska venjaran, Thomas Christiansen við róðrið megnaði ikki at gera ein "Danmark 1992".

 

Meksiko vann finaluna 1-0, og tryggjaði sær harvið níggjunda Gold Cup heitið í søguni. 

 

Santiago Tomas Gimenez skoraði sigursmálið tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Hjá Meksiko kom Gold Cup sigurin eyka væl við. Í HM-endaspælinum í Katar høvdu meksikanarar sítt ringasta HM-endaspæl nakrantíð. Tá teir fyri fyrstu ferð síðani 1978 ruku út úr kappingini í innleiðandi bólkaspælinum.