Meksiko fær størri hjálp

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, er í Meksiko og tingast við stjórnina har um stríðið millum myndugleikarnar og tey sera harðrendu rúsevnaharkaliðini.

Á einum tíðindafundi segði Hillary Clinton, at amerikanska stjórnin hevur lovað meksikonsku myndugleikunum enn størri stuðul til stríðið ímóti rúsevnaharkaliðunum.

Hon segði, at stríðið er eisini sera týdningarmikið fyri amerikanska samfelagið fyri at fáa tamarhald á tí stóra rúsevnaflutninginum úr Meksiko til USA.