Meksikanskt tríkantsdrama í Hvalvík

Sjónleikafelagið Fívil sýnir fríggjakvøldið 12. februar leikin "Ævitýrið hjá Mariu" í Hvalvíkar skúla

Fríggjakvøldið 12. februar klokan 21 sýnir sjónleikarfelagið Fívil leik í Hvalvíkar skúla.

Talan er um leikin "Ævintýrið hjá Mariu". Leikurin er meksikanskt tríkantsdrama við heldur sniðfunigum enda.

Fívil hevur verið 2 ferðir á palli við leikinum og ætlanin er at ferðast við honum. 3 leikarar eru í hesum heldur skemtiliga leikinum, ið er um ein tíma til longar.

Leygarkvøldið í farnu viku skipaði Fívil fyri kvøldsetu, har leikurin var á skránni, men vegna vána veður tað kvøldið verður farið aftur á pall við leikinum fríggjakvøldið klokkan 21.