Meksikani og póllendingur í flogfarinum

Teir báðir menninir, sum vóru í einum lítlum flogfari, ið datt niður á Bornholm í dag, eru úr Meksiko og Póllandi. Danska løgreglan sigur, at ein 37 ára gamal meksikanskur ríkisborgari var flogskipari, og at jin er ein 27 ára gamal pólskur ríkisborgari.

Fyrr í dag ljóðaði, at báðir menninir vóru so illa løstaðir, at teir vóru í lívsvanda, tá teir vórðu fluttir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Seinni frættist, at póllendingurin hevur fingið vitið aftur og er ikki í lívsvanda. Meksikanin fekk opið skallabrot.

Teir báðir menninir sótu fastir í flogfarinum, og tað tók næsta ein tíma at skera teir leysar.

Tað lítla flogfarið kom úr Týsklandi og datt niður tætt við flogvøllin á Bornholm. Løgreglan sigur í kvøld, at flogfarið sendi neyðarkall, stutt áðrenn tað datt niður.