Mekonomen er fyri øll

Eykalutafyritøkan Billutir, sum byrjaði í einum kjallara í Kollafirði í 1993, hevur í dag alt til bilar og er ein av størstu veitarum til bileigarar og bilbransjuna sum heild.

Í samstarvi við Mekonomen, sum er størsta heilsølufyritøka í Norðurlondum innan eykalutir, útgerð og amboð til bilar, hevur Billutir við Hoyvíksvegin nú sera góð kort á hondum í kappingini um at selja eykalutir og útgerð til bilar og alt til bilverkstaðin.


Navnið Mekonomen er sett saman av orðunum mekanikari og økonomi. Konseptið er bygt soleiðis upp, at har er alt at fáa til bilin. Umframt eina stóra goymslu við eykalutum er talan um ein stóran handil, sum er uppbygdur eins og aðrir handlar hjá Mekonomen í Norðurlondum. Alt frá hillasystemum og skeltum til eitt stórt vøruúrval við øllum tí sum Mekonomen stendur fyri.


Handilin er kundvinarligur og hugnaligur. Alt er sett upp soleiðis, at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin. Har er alt til bilin og til verkstaðið. Sjálvsagdir lutir í einum slíkum handli eru t.d. spegl, lyktir, radioútgerð og øll sløg av hond- og elektriskum amboðum.


Til børnini eru t.d. barnastólar og nógv ymiskt annað til børn at spæla við, eins og alt til hundin sum t.d. hundaboksir og hundaskálir. Har eru oljudunkar av øllum sløgum. Eitt sum er nokk so sermerkt eru teir klassisku grønu Castrol oljudunkarnir við olju til eldri bilar. Til røkt av bilum er ein hópur av vaskievni og poleringsevnum. Til bilverkstaðin hevur Mekonomen alt frá skiftilyklum til testarar og innrætting av einum heilum verkstaði.


Billutir hevur spesialiserað seg í eykalutum til bilar, so sum plátulutir, útstoyt, lyktir og annars allar slitlutir - bæði brúktar og nýggjar. Eigararnir av fyritøkuni Petur Martin Johansen og Høgni Mikkelsen siga, at øll eru vælkomin at keypa frá Billutum og Mekonomen, bæði privat- og vinnukundar.