- Vit vita ikki reiðiliga hvat er hent. Ein keta í umstýringini slitnaði, so skipið ikki fekk bakkað. Tað er slíkt óheld, ið kann henda viðhvørt.
Tað sigur Gordon Marin Midjord, stjóri á Sandgrevstur P/F, ið eigur farmaskipið Fame, sum í gjár rendi á dokkina á skipasmiðjuni á Skála, tá tað var á veg inn á skipasmiðjuna í gjár.
Skipið var júst afturkomið úr Póllandi, har tað hevur verið til sandblástur og riggaður til, og skuldi einans vaskast og málast á Skála, áðrenn tað fór víðari til Skotlands, har tað siglir við frakt.
- Talan er um ein mekaniskan feil, ið hendir viðhvørt. Alt er annars rímiliga nýtt umborð, men hatta er slíkt sum kann henda. So arbeiðið í Skotlandi er útsett, og skipið verður nú sett í stand á Skála, sigur stjórin, ið enn ikki veit hvussu stórur skaðin er á skipið.










