Í vikuskiftisútgávu okkara skrivaðu vit, at Jørgin Meitilberg skuldi hvessa B68-álopið hetta kappingarárið.
Hesi tíðindi høvdu vit fingið váttað av Toftum, men tað vísti seg kortini ikki at vera hald í hesum.
Fríggjadagin stóð nevnliga greitt, at spælarin ístaðin hevði tikið av einum tilboði frá EB/Streymi. Nakað sum kom ikki sørt óvart á toftamenn, sum annars ætlaðu sær at hava nýggja mannin við í hópinum til komandi dystin. Tann dysturin verður spældur í kvøld, og er tað júst EB/Streymur við Jørgin Meitilberg í hópinum sum tá tekur ímóti.










