FM KAPPRÓ?UR
Í bestu róðrarlíkindum - lítið høgættarlot og klárt veður - var ársins fyrsta FM stevna í kappróðri í Klaksvík leygardagin.
Í hesum próvtøkutíðum greiddu lokalu fyrireikararnir sína uppgávu fram ímóti UG. Teir vóru so væl fyrireikaðir, sum tað ber til at vera. Startskotið til fyrsta róðurin gelti, tá ið klokkan var trý, og tað kom fleiri ferðir fyri, at bátarnir og startdómarin bíðaðu eftir, at bátarnir, sum skuldu fylgja við í róðrunum, komu út aftur á málið.
Hesin veruleikin - at kappróðurin loksins hevur funnið fram til, hvussu týdningarmikið tað er at halda seg til avráddu tíðina - fer ivaleyst at smitta til allar hinar stevnurnar. Tað hevði í hvussu so er verið gagnligt fyri rógvararnar, stevnufyrireikararnar og ikki minst áskoðararnar og lurtararnar kring landið.
Okkurt hendinga óhapp var undir róðrinum, men tað var sovorðið, sum tað ikki kann byrgjast uppfyri.
Ofta tann sami
Í kappróðrarprátinum eftir róðurin á Norðoyastevnu hava summi tikið til, at tann, sum vinnur á Norðoyastevnu, verður sum oftast meistari, meðan onnur hava sagt tað beint øvugta, altso at tann, sum vinnur í Klaksvík, verður ikki meistari.
Hagtølini seinastu fimm árini staðfesta, at tað kemur næstan ikki fyri, at annar bátur enn tann, sum vinnur á Norðoyastevnu, verður meistari. Í kappingini millum 10-mannaførini er tað ikki komið fyri.
- Undan Ólavsøkuni í fjør lógu vit til at vinna meistaraskapin. Havnarbáturin vann á Ólavsøku, og hann gjørdist meistari. Hann hevði vunnið á Norðoyastevnu. Um vit høvdu havt vunnið í Klaksvík, so høvdu vit ikki havt mist FM heitið, hóast vit ikki høvdu havt vunnið á Ólavsøku, sigur bátsformaðurin á Nólsoyingi, Nicolaj Falck.
Hesa ferð eydnaðist tað Nólsoyingi at vinna í Klaksvík. Hetta var fyrsti sigurin hjá teimum har norðuri síðani í 1989.
- Tað árið vann Nólsoyingar FM. Tað hevur hann ikki gjørt síðani. Nú hava vit aftur vunnið á Norðoyastevnu. Vit ætla okkum at vinna FM. Vit eru greiðir yvir, at tað verður hørð kapping, men sigurin í Klaksvík er gott grundarlag hjá okkum at kappast víðari á, heldur formaðurin á Nólsoyinginum.
Í kappingini millum 8-mannaførini er tað bara komið fyri í 2002, at tað ikki hevur verið sami vinnari á Norðoyastevnu og í FM. Ta ferðina vann Argjabáturin á Norðoyastevnu, meðan Kvívíkingur varð meistari.
Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum er tað ongantíð komið fyri seinastu fimm árini, at annar bátur enn tann, sum vann í Klaksvík, er vorðin meistari. Í kappingunum millum 5-mannafør við bæði dreingjum og gentum og í kappingini millum 6-mannafør við monnum er tað tvær ferðir komið fyri, at annar bátur hevur vunnið á Norðoyastevnu enn tann, sum seinni gjørdist meistari.









