Tað hevur ligið í luftini, og í kvøld er tað staðfest: Julian Hansen verður eisini í 2011 venjari hjá HB.
Heimasíða felgasins, hb.fo, veit at siga, at talan er um sáttmála, sum fevnir um 2011, og sum ber við sær, at Julian eisini skal taka sær av ungdómsarbeiðnum í HB.
Julian er uppvaksin í HB, har hann í áttati árunum var á besta liðnum. Í 2005 var hann venjari seinnapartin av kappingarárinum, tá ið hann loysti Heine Fernandez av. Ta ferðina eydnaðist tað ikki at vinna FM.
Í ár gekk sera væl. Julian tók um endan, eftir at HB hevði tapt 4-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Síðani vann HB fimm dystir og ein endaði við javnleiki.
Síðsti dysturin var ímóti B36. Hann endaði 2-1 til HB, og harvið tryggjaðú HB og Julian Hansen sær FM heitið.
Nú er so almannakunngjørt, at Julian Hansen fer at standa við endan, tá ið HB næsta ár fer at stríðast fyri at vinna triðja FM heitið á rað.