Meistarin syfti oddafiskin

At teir báðir fremstu taptu í gjár ber við sær, at tað framvegis er spenningur í kappingin um FM í talvi fyri einstaklingar

Klokkan 14 í dag sessast telvararnir fyri næstsíðstu ferð í hesum umfarinum við borðini í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, har teir síðani síðsta leygardag hava kappast um FM í talvi fyri einstaklingar.

 

Undan 8. umfari er tað framvegis spenningur um, hvør fer at verða FM vinnari í 2015. Tað kann væl vera, at tað í dag verður greitt, hvør fer at vinna, men tað kann eisini vera, at spenningurin verður varðveittur til í morgin, tá ið níggjunda og síðsta umfar er á skránni klokkan 11.

 

Sjeynda umfar var dramatiskt og merkisvert. At einki talv endaði remis sigur, at nú verður tað strembað eftir at vinna. Álopsbogin verður spentur, og harvið er møguleikin eisini fyri, at hann kann bresta.

 

Umfarið var sermerkt av brøðrauppgerðini millum Rógva Egilstoft Nielsen, sum hevur verið fremstur alla kappingina, og yngra bróðurin, Høgna, sum vann FM í fjør, men sum tað ikki gekk so væl hjá í fyrstu umførunum í ársins kapping. Tá ið Høgni vann FM í fjør, var tað avgerandi, at hann vann á Rógva, sum var meistari í 2013.

Svarið upp á spurningin um, hvussu brøðrauppgerðin fór at enda, var ikki greitt fyrrenn væl eftir, at øll hini talvini vóru liðug. Meðan hinir sótu fokuseraðir við talvborðini, stríddist Rógvi í miðverjuni hjá EB/Streymi, sum spældi ímóti HB í Gundadali!

 

Tá ið brøðurnir báðir sessaðust yvir av hvørjum øðrum, vóru hini fýra talvini liðug.

Fremsti avbjóðarin hjá Rógva, Hans Kristian Simonsen, tapti ímóti Ólavi Simonsen, sum eftir soltin fyrstu umfør rættiliga er komin fyri seg og burtur úr fimm teimum seinastu umførunum hevur vunnið 4,5 stig.

 

At Hans Kristian tapti bar við sær, at Rógvi ímóti beiggjanum hevði møguleika mest sum at tryggja sær FM heitið. Tað eydnaðist ikki. Júst sum í kappingini fyri einum ári síðani so megnaði Høgni at vinna á eldra beiggjanum, og harvið er munurin frá Rógva og aftur til Hans Kristian framvegis eitt hálvt stig. Tað var altso eingin hjálp hjá Rógva at fáa frá yngra beiggjanum í gjár. Men tað kann væl vera, at Høgni kann eiga leiklut í, at Rógvi í dag verður meistari, tí Høgni skal seinnapartin telva ímóti Hans Kristiani Simonsen!

 

Eyðun Nolsøe vann í gjár á Herlufi Hansen. Harvið legði Eyðun, sum vann FM fyri tjúgu árum síðani, seg undir liðina á Hans Kristiani – eitt hálvt stig aftanfyri Rógva. Eyðuni bíðar stór mótstøða í teimum báðu síðstu umførunum. Í dag fer Ólavur Simonsen at sita yvir av honum, og í morgin vera tað Eyðun og Hans Kristian, sum bresta saman.

 

Martin Poulsen vann í gjár á Finnbirni Vang, og Andrias Danielsen vann á Heiðriki T. Jacobsen. Martin er hálvtannað stig frá toppinum, og harvið er møguleikin hjá honum í hesum umfarinum at vinna FM fyri fimtu ferð lítil ella eingin. Kortini er væl hugsandi, at hann fer at eiga leiklut í, hvussu kappingin endar, tí í síðsta umfari skal hann dystast við Rógva Egilstoft Nielsen.

 

Støðan undan 8. umfari:

Rógvi Egilstoft Nielsen 5,5

Eyðun Nolsøe og Hans Kristian Simonsen 5

Ólavur Simonsen 4,5

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen 4

Finnbjørn Vang 3

Andrias Danielsen 2

Heiðrikur T. Jacobsen 1,5

Herluf Hansen 0,5

 

8. umfar í dag klokkan 14

Høgni Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen

Eyðun Nolsøe – Ólavur Simonsen

Finnbjørn Vang – Herluf Hansen

Andrias Danielsen – Martin Poulsen

Rógvi Egilstoft Nielsen – Heiðrikur T. Jacobsen

 

9. umfar páskaaftan klokkan 11:

Heiðrikur T. Jacobsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Martin Poulsen – Rógvi Egilstoft Nielsen

Herluf Hansen – Andrias Danielsen

Ólavur Simonsen – Finnbjørn Vang

Hans Kristian Simonsen – Eyðun Nolsøe

 

Mynd: Torkil Nielsen, sum vann FM longu í 1984 og aftur í 1986 og 1988, eygleiðir synirnar, sum stríðast við talvborðið seint seinnapartin í gjár, eftir at Rógvi hevði spælt fótbólt í fremstu røð. Myndina hevur Arild Rimestad tikið. Hann er altjóða dómari í talvi og dómari í FM 2015.