Fótbóltur: Luis Lionel Andrés Messi, sum er hansara fulla navn, er føddur tann 24. juni í 1987 í býnum Rosario í Santa Fe í Argentina. Forfedrarnir komu til Argentina úr italska býnum, Ancona, í 1883.
Messi hevur spælt fótbólt, síðani hann lærdi at ganga, og sum fimm ára gamal kom hann í felagið, Grandoli, har pápi hansara var venjari. Evnini vóru eyðsýnd, og sum átta ára gamal tók hann stigið víðari og kom til Newell’s Old Boys, har hann var næstu fimm árini.
Longu sum 11 ára gamal fekk Messi at vita frá læknunum, at hann hevði eina hormonsjúku, ið forðaði fyri, at kroppurin kundi vaksa. Tá hevði longu argentinska stórfelag, River Plate, víst honum áhuga, men tá hvørki Riber Plate ella foreldur hansara høvdu ráð at rinda fyri neyðuga hormonviðgerð, gjørdist endin, at Messi saman við foreldrum og familju flutti til Barcelona. Tá var drongurin 13 ára gamal, men bara 137 sentimetrar høgur.
Í spanska býnum gekk ikki long tíð, so fekk Messi møguleikan at royna seg á Camp Nou, og beinanvegin var ungdómsvenjarin hjá FC Barcelona, Carles Rexach, fullkomuliga bergtikin av dronginum og hansara einastandandi fótbóltsevnum.
Her ráddi um at smíða, meðan jarnið var heitt, og Rexach syrgdi fyri í skundi at gera ein sáttmála við Messi, sum í fyrsta umfari var skrivaður á baksíðuni á einum pappírsservietti. Samstundis bjóðaði FC Barcelona seg til at rinda fyri hormonviðgerðina, og tí var valið lætt at taka hjá bæði Messi og familjuni.
Bundin fram til 2016
Við tað sama kom 13 ára gamli Lionel Messi á U14-liðið hjá FC Barcelona, og eftir at hava arbeitt seg upp ígjøgnum øll ungdómsliðini, umframt bæði C- og B-liðið hjá teimum vaksnu, spældi hann sum 16 ára gamal sín fyrsta dyst við A-liðnum hjá FC Barcelona, sum var ein vinardystur ímóti portugisiska FC Porto.
Tann 16. oktober í 2004 spældi Messi sín fyrsta almenna dyst fyri spanska stórfelagið, sum var ein grannauppgerð ímóti Espanyol, og eitt hálvt ár seinni skoraði hann sítt fyrsta ligumál í einum dysti ímóti Albacete Balompié, sum tá var í næstbestu deildini.
Tá var Lionel Messi 17 ár, tíggju mánaðir og sjey dagar gamal, og tað gjørdi hann til yngsta spælara nakrantíð, sum hevði skotið mál á besta FC Barcelona-liðnum. Hetta metið stóð til í 2007, tá Bojan Krki? tók tað – við einum máli, sum júst Messi legði upp til.
Í september 2005 skrivaði Messi undir ein níggju ára sáttmála við FC Barcelona, og hesin sáttmáli var longdur við tveimum árum í september í fjør, so hann er bundin til spanska felagið fram til 2016. Longu tann 27. februar í 2008 kundi hann spæla sín dyst nummar 100 fyri FC Barcelona og 16. januar í ár skoraði hann sítt mál nummar 100 fyri spanska stórfelagið.
Árið í fjør var ein marknasteinur í søgu hansara, tí í mai mánaði var hann við til at vinna Champions League-finaluna, sum var ímóti enska Manchester United, og seinni á árinum var hann við 473 stigum valdur til besta spælaran í heiðursátakinum, Ballon d’Or, sum franska blaðið, France Football, skipar fyri.
Valdi Argentina
Lionel Messi hevur spanskan ríkisborgarskap, og hóast honum stóð í boði at spæla fyri Spania, vildi hann heldur spæla fyri heimlandið, Argentina, har hann spældi sín fyrsta U20-landsdyst ímóti Paraguay í 2004. Árið eftir var hann við til at vinna HM-endaspælið fyri U20-landslið í Hollandi, umframt at hann gjørdist toppskjútti og var valdur besti spælari í kappingini.
Verri gekst, tá hann tann 17. august í 2005 á fyrsta sinni kom í einum A-landsdysti fyri Argentina ímóti Ungarn. Messi var skiftur inn í 63. minutti, men longu 47 sekund seinni hevði hann fingið reyða kortið, tí hann hevði givið Vilmos Vanczák albogan, eftir at hesin hevði roynt at hildið Messi.
Hóast vánaligu byrjanina á landsliðnum, hevur Lionel Messi síðani bitið seg fastan, og mong eru spent at síggja, hvussu langt hann kann koma, tí fáur ivast í, at 22 ára gamli argentinarin er gjørdur úr sama tilfari sum Pelé, Zidane og – ikki minst – landsmaðurin, Diego Maradona, ið hava verið róptir heimsins bestu fótbóltsspælarar.
Síðstnevndi er tann, tey flestu hava samanborið Messi við, og Maradona er nú landsliðsvenjari hjá Argentina. Spurningurin er so bara, um Messi ikki longu í gjárkvøldið vísti við sínum spæli, hví mong kalla hann Messias – tað merkir tann, ið koma skal…










