Sunnudagin 1. mars fer fótbólturin á rull aftur. Tá verður fyrsta umfar í Effo deildini. Um roknað verður út frá farna kappingarári, so verður talan um stórdyst á fyrsta leikdegi, tá ið meistararnir í B36 fáa vitjan av steypavinnarunum í Víkingi.
Í fyrsta umfari verður spælt soleiðis: B36-Víkingur, NSÍ-EB/Streymur, AB-TB, ÍF-HB og KÍ-FC Suðuroy.
Tá ið skráin fyri 2014 varð kunngjørd, varð nógv gjørt burturúr, at B36 og HB skuldu hittast í 27. og síðsta umfari. Nú fæst at síggja, hvussu kappingarárið 2015 fer at vignast hjá feløgunum. Við farna kappingarári í huga er tó ilt at fáa eyga á upplagda finalu í 27. umfari, sum verður á skránni leygardagin 3. oktober: HB-FC Suðuroy, TB-Víkingur, KÍ-EB/Streymur, AB-NSÍ og ÍF-B36.