Fótbóltur
Stutt fyri jól ljóðaði frá AB, sum hevur Christian Høgna Jacobsen millum álopsspælararnar, at felagið fór at keypa framrættaðar spælarar, sum hava víst, at teir eru førir fyri at standa seg í superliguni.
Nú er fyrsta staðfestingin av at gera hesi orð til veruleika vorðin veruleiki. AB hevur í dag boðað frá, at felagið hevur keypt Simon Bræmer, sum hevur spælt við danska meistaraliðnum AaB, har sáttmálaskeiðið hjá honum verður liðugt nú á nýggjárinum.
Simon Bræmer hevur spælt 68 dystir á bvesta AaB liðnum, og hann hevur skorað 22 mál. Hann hevur spælt á U-16, U-18 og U-21 landsliðunum.
Nýggi kappingarneytin hjá Christiani Høgna Jacobsen fer til arbeiðis í AB beinanvegin eftir nýggjár, og hann sigur seg vera spentan:
- Eg skifti til AB, tí eg ynski at spæla á hægsta støði. Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt at skifta til AB, sum jú spælir í 1. deild. Men AB hevur sannførandi ætlan um, hvussu felagið ætlar longu í 2010 at verða partur av bestu deildini, sigur Simon Bræmer við heimasíðuna hjá AB.
- Leiðslan ynskir at fáa spælarar til felagið, sum hava møguleikar at standa seg í SAS liguni, og sum hava royndir av at spæla í bestu deildini. At teir hava skrivað undir sáttmála við meg vísir, at leiðslan tekur í álvara tað, sum teir hava sagt. Eg gleði meg heilt nógv til nýggju avbjóðingina, sigur Simon Bræmer, sum í heyst hevði ilt við at vinna sær fast pláss á besta AaB liðnum.