Meistaraverk frá Bjørk

Íslendska songkvinnan fær framúr ummæli fyri nýggja útgávu

 

Í vikuni kom Bjørk við nýggjari útgávu, hon nevnir Vulnicura. Ætlanin var, at útgávan skuldi koma í mars, men av tí at sangir høvdu likið út, varð útgávudagurin framskundaður.

Danska tónleikasíðan Gaffa rósar útgávuni til skýggja og gevur Bjørk 6 stjørnur av 6 møguligum og kallar útgávuna eitt meistaraverk.

Sangirnir á útgávuni snúgva seg um hjartasorg og eru sera persónligir. Nakrir av angunum greiða frá leiðini fram ímóti skilnaðinum hjá Bjørk frá Matthew Barney, og aðrir sangir snúgva seg um tíðina aftaná.

Gaffa skrivar, at útgávan er avbjóðandi, og neyðugt er geva sær stundir at lurta og tulka tekstir og huglag. Talan er ikki um eina poppútgávu við stórum hittum, men eitt veruligt meistaraverk.